USA hevur í nátt skrivað undir handilsavtalu við Japan, sum letur marknaðin upp fyri fleiri amerikanskum vørum.
Tað upplýsir amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum sosiala miðli, Truth Social.
- Vit hava júst avgreitt eina stóra avtalu við Japan - kanska størstu handilsavtalu, sum nakrantíð er gjørd, skrivar Trump.
Avtalan merkir, at japanskar vørur koma undir 15 prosent av amerikanskum innflutningstolli.
Harumframt skrivar Trump, at Japan fer at gera íløgur fyri 550 milliardir dollarar, svarandi til 3500 milliardir krónur, í USA.
- Hendan avtalan fer at skapa hundraðtúsundtals arbeiðspláss, skrivar Trump.
- Tað týdningarmesta er helst, at Japan fer at lata sítt land upp fyri at handla við bilum, lastbilum, rísi, ávísum øðrum landbúnaðarvørum og øðrum, stendur víðari.
/Ritzau/