Donald Trump, amerikanskur forseti, og Mark Carney, kanadiskur forsætisráðharri, síggjast her avmyndaðir ymiskar dagar undir heimsbúskaparfundinum fyrr í vikuni í Sveis. - Mynd: Mandel Ngan, Fabrice Coffrini / Ritzau Scanpix

Trump hóttir við 100 prosent tolli á kanadiskar vørur

Kina fer at eta Kanada livandi, um londini bæði skriva undir eina handilsavtalu, sigur Donald Trump og hóttir við tolli.

Donald Trump, amerikanskur forseti, og Mark Carney, kanadiskur forsætisráðharri, síggjast her avmyndaðir ymiskar dagar undir heimsbúskaparfundinum fyrr í vikuni í Sveis. - Mynd: Mandel Ngan, Fabrice Coffrini / Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir nú við at seta 100 prosent toll á vørur úr Kanada, um kanadiarar skriva undir handilsavtalu við Kina.

Hetta skrivar hann á sínum egna sosiala miðli Truth Social.

Uppslagið hjá honum kemur í kjalarvørrinum av vitjan hjá kanadiska forsætisráðharranum, Mark Carney, í Kina.

Her skrivaði hann undir ein fyribils handilssáttmála við Kina, sum skal hava við sær lægri toll í báðum londunum.

Men tað hevði verið eitt øgiliga ringt hugskot at farið víðari við tí avtaluni, sigur Donald Trump.

– Kina fer at eta Kanada livandi, fullkomiliga gloypa tað, eisini at oyðileggja teirra virksemi, sosiala samleika og samlaða lívshátt.

– Um Kanada ger eina avtalu við Kina, verður tað beinanvegin rakt av einum 100 prosent tolli á øllum kanadiskum vørum og vørum, sum koma inn í USA, skrivar Trump.

Hann leggur afturat, at Mark Carney ikki skal halda, at hann kann gera Kanada til "eina havn", sum Kina kann brúka til at føra vørur inn í USA.

Í uppslagnum kallar Trump kanadiska forsætisráðharran "Carney guvernørin". Eitt heiti, sum hann áður hevur brúkt til at gera gjøldur burtur úr Justin Trudeau, sum var forsætisráðharri í Kanada millum 2015 og 2025.

Heitið hevur samband við útsøgnirnar hjá Donald Trump um, at Kanada kann gerast 51. staturin í USA og harvið hava ein guvernør í staðin fyri ein forsætisráðharra.

/Ritzau/