Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Tað var gosfjallið Mount Dukono, sum goysti. Tað sendi eitt øskuskýggj umleið tíggju kilometrar upp í luftina, sigur ein løgregluovasti á staðnum sambært AFP.
Millum tey deyðu eru tveir útlendingar og ein íbúgvi í oynni. Teir vóru partur av einum bólki, við tilsamans 20 ferðafólkum.
Sambært BBC sigur løgreglustjórin á staðnum, at tilsamans eru 15 fólk flutt burtur úr Mount Dukono. Øll eru flutt á sjúkrahús til viðgerðar.
Tvey fólk úr bólkinum hava verið eftir at hjálpa bjargingarfólkum at fáa líkini av teimum trimum deyðu gongufólkunum niður, skriva miðlarnir.
/Ritzau/











