Tveir skulu taka koyrikortið av nýggjum

Ferðslupatruljan hjá løgregluni hevur hevur tikið fleiri bilførar fyri at koyra ov skjótt

Tá løgreglan í gjár máldi ferð í Kollafirði var ein bilførari máldur til at koyra 121 km um tíman. Tað kostar honum treytaða frádøming av koyrikortinum. Ein annar bilførari varð máldur til at koyra 107 km um tíman.

Millum Fjarða var ein annar bilførari eisini máldur til at koyra 121 km um tíman. Hann fær eisini treytaða frádøming av koyrikortinum umframt bót. Har var ein annar máldur at koyra 101 km um tíman. Hann fær klipp í koyrikortið umframt bót.

Í Trongisvági var ein máldur at koyra 101 km um tíman. Hann fær eisini klipp í koyrikortið og bót.

Og so tók løgreglan ein bilførara fyri at koyra fullur um fýra tíðina í morgun.