Tveir tiknir fyri rúsevnakoyring

Tað er ein vaksandi trupulleiki, at fólk koyra við ávirkað av rúsevnum

Um tvey tíðina í gjár var ein bilførari steðgaður og skuldsettur fyri rúsevnakoyring. Hetta var í Klaksvík. Og aftur í nátt var ein annar bilførari tikin, eisini í Norðoyggjum, sum eisini verður skuldsettur fyri rúsevnakoyring.

Vakthavandi sigur, at tað er ein vaksandi trupulleiki, at bilførarar koyra ávirkaðir av rúsevnum. Og í hesum døgum arbeiðir Løgtingið við einum lógaruppskotið frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni og løgreglumanni, um at herða revsingina fyri rúsevnakoyring.