U19: Hópurin móti Sámalandi er úttikin

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U19 landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 leikarar til dystin móti Sámalandi

Mynd: Hans Erik Danielsen, FSF

FSF skrivar:

 

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U19 landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 leikarar til dystin móti Sámalandi, sum verður á Tórsvølli hósdagin 29. januar klokkan 17:00

 

——————

 

– Hóast vit lítið og einki vita um mótstøðuna, so taka vit hesa uppgávuna í størsta álvara, og ætla okkum sjálvandi at vinna. Men dysturin verður eisini brúktur sum partur av fyrireikingunum til EM, sum verður í mars, og tí er upplagt at royna okkurt av tí, sum vit hava lagt dent á í venjingunum.

 

Tað sigur Fróði Benjaminsen, venjari hjá U19 landsliðnum við dreingjum, undan venjingardystinum móti Sámalandi, sum verður á Tórsvølli hósdagin 29. januar klokkan 17:00.

 

Umframt at spæla ímóti føroyska U19 landsliðnum, skulu sámisku dreingirnir eisini møta U18 liðnum hjá HB. Tann dysturin verður leygardagin 31. januar klokkan 15:00.

 

Sámar koma eisini hendan vegin við einum gentuliði, sum skal spæla tveir venjingardystir móti føroyska U19 landsliðnum. Tann fyrri verður hósdagin 29. januar klokkan 15:00, meðan seinni dysturin verður leygardagin 31. januar klokkan 13:00.

 

Teir 18, ið Fróði Benjaminsen hevur boðsent, eru hesir:

Tróndur Sjúrðarson, HB

Markus Johansen, 07 Vestur

Jóel Tróndargjógv, NSÍ

Benadiktus Olsen, NSÍ

Markus Danielsen, NSÍ

Rasmus Helgason, 07 Vestur

Jóhan K. Jansson, Víkingur

Jens Eiler Samsson, Víkingur

Kristian Jacobsen, Víkingur

Silas B. Joensen, HB

Jógvan í Lon, HB

Jógvan í Skála, HB

Høgni á Steig, KÍ

Djóni Sivertsen, B36

Heini Sólheim Guttesen, B36

Jónas Samuelsen, B68

Páll Johannesen, FC Suðuroy

Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, TB

 

Í EM undankappingini, sum verður í Niðurlondum frá 25. til 31. mars, eru Føroyar í bólki við Niðurlondum, Norðurmakedónia og Moldova. Skrivar FSF. 

 

Mynd: Hans Erik Danielsen, FSF