Ung til arbeiðis við ongari fartelefon

Sum nakað nýtt í ár hava tey ungu í Eiðis kommunu ikki fartelefonirnar við til arbeiðis. Áðrenn arbeiðsdagurin byrjar, verða allar telefonir lagdar í ein kassa

 

 

Martin Kristoffur Kristiansen hevur í dag lagt ein greinastubba út á heimasíðuna hjá Eiðis kommunu, nú tiltakið, Ung í arbeiði, í morgun fór av bakkastokki í kommununi.

 

- Dagurin byrjaði á verkstaðnum hjá Eiðis kommunu Uppi á Grind, har tey ungu fingu kunning um, hvussu dagarnir vera skipaðir, og hvørjar uppgávurnar verða.

 

Eftir hesa kunning, segði borgarstjórin, Jógvan í Skorini, nøkur orð.

 

Borgarstjórin segði, at ætlanin við tiltakinum er, at tey ungu skulu læra nakað og fáa eina ávísa fyrireiking til vaksna lívið. 

 

Eisini fegnaðist Jógvan í Skorini um, at so nógvar tilmeldingar eru til ársins Ung í arbeiði hesaferð. 

 

Sum nakað nýtt í ár hava tey ungu ikki fartelefonirnar við til arbeiðis.

 

- Áðrenn dagarnir byrja, verða allar telefonir lagdar í ein kassa, har tær kunnu heintast eftir loknan arbeiðsdag. 

 

Á heimasíðuni verður sagt soleiðis um hendan fyrsta arbeiðsdagin hjá ungdóminum í kommununi:

 

- Røsku unglingarnir eru farin til verka, og tey fara at síggjast nógv í gerandisdegnum komandi tvær vikurnar.

 

Í Eiðis kommunu verður heitt á allar borgarar um at vísa teimum ungu, sum nú luttaka í Ung í arbeiði, ans í ferðsluni.