Amerikanski forsetin, Donald Trump, vitjaði í Bretlandi hjá Charles kongi í september í fjør. (Savnsmynd). - Mynd: Aaron Chown/Reuters

USA flaggaði við av­stralska flaggi­num und­an vitj­an hjá Charles kongi

Av misgáum vant USA 15 avstralsk fløgg á stong undan vitjanini hjá bretska konginum

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vitjaði í Bretlandi hjá Charles kongi í september í fjør. (Savnsmynd). - Mynd: Aaron Chown/Reuters

District of Columbia - í gerandismáli Washington D.C. - hevði av misgáum vundið fleiri avstralsk fløgg á stong í staðin fyri bretsk nærhendis Hvítu Húsunum undan vitjanini hjá Charles kongi í USA.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Flaggað varð eina løtu við 15 avstralskum fløggum millum fleiri enn 230 fløgg, sum vórðu vundin á stong fyri at taka ímóti bretska konginum, tá hann kemur til amerikanska høvuðsstaðin mánadagin.

Men feilurin varð skjótt rættaður, og fløggini vórðu skift út við bretsk flagg, sigur ein embætismaður í samferðslumálaráðnum í Washington D.C.

Charles kongur er eisini ríkisleiðari í Avstralia, men leikluturin er fyrst og fremst symbolskur.

Ríkisvitjanin byrjar mánadagin og markerar, at tað eru 250 ár liðin, síðani USA fekk fullveldi. Ferðin hevur verið lýst sum tann mest háprofileraða ferðin í tíðini hjá Charles kongi sum kongur.

Vitjanin er ætlað at hjúkla um vanliga tøttu sambondini millum londini. Seinastu tíðina hevur luftin teirra millum verið køld orsakað av Irankrígnum. Sambært Reuters eru viðurskiftini tey ringastu í 70 ár.

Fløggini hjá Avstralia og Bretlandi hava bæði myrkabláa bakgrund og bera bretska krossin Union Jack, sum er ein samanrenning av teimum trimum krossunum á enska, skotska og norðurírska flagginum.

Á avstralska flagginum er ein minni útgáva av Union Jack í ovara vinstra horni.

Meðan bretska flaggið er heilt samansett av yvirlappandi krossum, er avstralska flaggið eisini prýtt við seks hvítum stjørnum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði fríggjadagin við Reuters, at hann millum annað fer at umrøða Iran-stríðið, NATO-samgonguna og talgilda skattin hjá Bretlandi móti tøknirisum við Charles kong.

– Eg fari at tosa um alt.

– Hann er ein vinur hjá mær, og hann er ein góður maður, segði hann í telefonsamrøðu.

Trump hevur lagt harðliga eftir bretska forsætisráðharran, Keir Starmer, fyri ikki at hjálpa USA og Ísrael við teirra virksemi í Miðeystri. Tey bæði londini lupu á Iran 28. februar.

 

/Ritzau/

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vitjaði í Bretlandi hjá Charles kongi í september í fjør. (Savnsmynd). - Mynd: Aaron Chown/Reuters