Sambært Centcom byrjaðu álopini klokkan 23 føroyska tíð. Endamálið er sambært herleiðsluni at veikja førleikarnar hjá Iran at leypa á sivilar sjófararar og handilsskip í Hormuzsundinum.
– Ovasti herleiðarin hevur givið boð um álopini fyri at halda iransku herdeildirnar til svars, skrivar Centcom.
Sambært Reuters hava iranskir statsmiðlar boðað frá spreingingum í fleiri býum nær Hormuzsundinum. Millum annað verður sagt frá spreingingum í Bandar Abbas, Sirik, Jask og á oynni Qeshm.
Hetta er fjórða ferðin uppá minni enn einari viku, at USA leypir á Iran. Sambært Centcom hava amerikanskar deildir rakt meira enn 300 mál í Iran undir teimum fyrstu trimum álopunum.
USA sigur, at álopini eru svar upp á iranskar atsóknir móti skipaferðsluni í Hormuzsundinum. Millum annað hevur amerikanska herleiðslan fleiri ferðir ákært iransku kollveltingarhirðina, IRGC, fyri at hava lopið á handilsskip á siglingarleiðini.
Fyrr í vikuni segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann ikki longur metir semjuskjalið, sum USA og Iran undirskrivaðu í juni, vera galdandi. Báðir partar hava síðani skuldsett hvønn annan fyri at hava brotið vápnahvíldina.











