- Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum bústaðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið, siga tey í Kvívíkar kommunu

Útsett freist til íbúðarbygging í Leynum

Freistin at lata inn skrivlig boð upp á tvey grundøkir til íbúðarbygging í Leynum er nú longd til á middegi mánadagin hin 13. apríl

 

- Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum bústaðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið, siga tey í Kvívíkar kommunu

Kvívíkar kommuna hevur bjóðað út alment seks grundstykkir til bústaðarbygging í Leynum. 

 

- Ognirnar liggja í Ovara Gerði, sum í løtuni er bústaðarøki B í byggisamtyktini. Kommunan hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri økið, soleiðis at hetta verður til B1 bústaðarøki, sum er til hús og íbúðarbygningar, ætlað til bústaðarendamál.

 

Í kommununi siga tey, at ognirnar verða seldar í tveimum, soleiðis at matr. nr. 6o, 6p og 6q í Leynum - tilsamans 1.533 fermetrar - verður selt fyri seg, og matr. nr. 6r, 6s og 6t í Leynum - tilsamans 1.643 fermetrar - verður selt fyri seg.

 

- Til ber at bjóða uppá antin trý ella seks grundstykkir og prísurin er 500 krónur fyri fermeturin. Áhugaðir keyparar verða bidnir um at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og nær bygging kann verða framd.

 

Í Kvívikar kommunu siga tey, at tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum bústaðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið.

 

- Vit tilskila okkum rætt til at velja tað boðið, sum verður mett at hóska best til tørvin og ætlanina fyri økið, verður sagt í kommununi.

 

Freistin at lata inn skrivlig boð saman við váttan um tøka fígging er longd til á middegi mánadagin hin 13. apríl.

 

- Nágreiniligari tilfar og treytir fyri søluni av grundøkjunum fáast við at venda sær til SÓKN Advokatar, siga tey í Kvívíkar kommunu, sum nú hava longt feistina at koma við tilboðum.

 

##med2##

 

- Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum bústaðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið, siga tey í Kvívíkar kommunu