Sunnudagin hin 1. mars frá klokkan 15-17 samskipar Vága kommuna saman við lokalum stigtakarum eitt heiðurstiltak fyri Knút Olsen Úti á Gjógv í Sandavági.
- Við hesum ynskir man at vísa takksemi fyri tað stóra og drúgva íkast, sum Knút Olsen hevur givið føroyskum mentanarlívi. Knút, sum er ættaður úr Sandavági, hevur í áratíggju havt ein týðandi leiklut í føroyskum tónleiki. Løg hansara eru vorðin partur av okkara felags mentanararvi og verða sungin í mongum ymiskum høpum – í skúla, kirkju og felagstiltøkum.
Umframt sítt tónleikaliga virki hevur Knút eisini latið eitt týðandi bókmentaligt íkast við týðingum av altjóða klassikarum, sum hava styrkt føroyskt mál og gjørt týdningarmiklar søgur atkomuligar á føroyskum.
Gjøgnum alt sítt virki hevur hann víst dygd og ábyrgd – og verið við til at skapt varandi virðir í føroyskum mentanarlívi.
- Heiðurstiltakið byrjar klokkan 15, tá Tórður Mikkelsen leiðir okkum gjøgnum dagin sum vertur. Bjarni Prior, borgarstjóri, bjóðar vælkomin, og Sigfríður Olsen fer at siga nøkur orð um bróðurin, Knút, og seinni fer Leif Hansen at hugleiða um Knút sum tónaskald.
Á skránni verða eisini fleiri tónleikainnsløg, eitt nú klaverframførsla við Mattiasi Kapnas. Vágakórið luttekur, og Jensina Olsen syngur tveir sangir. Dagurin endar við felagssangi saman við Spælimonnunum á Sýnini.
Í steðginum verður kaffi, og høvið verður at hittast og heilsa.
- Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin at verða við til at heiðra Knút Olsen og hansara lívsverk. Tað er ókeypis at luttaka, men tað er avmarkað við plássi, og ti er tilmelding neyðug.
Lagt verður aftrat, at til ber at skráseta seg um heimasíðuna hjá Vága kommunu - www.vaga.fo











