Valdið til fólkið

Nú løgtingsval er, skulu vit avgera, hvør kósin skal vera. Hjá okkum er støðan greið. Vit hava brúk fyri Fólkaflokkinum

 

Tíðargrein í Sosialinum:

 

Men so er spurningurin – hvør veit best, hvør tín tørv­ur er? Hvussu tín ger­and­is­dagur skal innrættast? Hvussu tín fyritøka skal rek­ast? Okkara svar er púra greitt – tað er tú, ið veit best. Tí vilja vit geva valdið aftur til fólk­ið.

 

 

 

Skattaskipanin má javnast

 

Seinastu árini hevur før­oyski búskapurin havt stóra framgongd. Hetta hev­ur havt sína ávirkan, tí vit hava samstundis havt stór­an lønar-og prísvøkstur í Før­oyum.

 

Serliga hevur prís­vøkst­ur­in tey seinastu árini gjørt fíggj­ar­støðuna hjá mongum ringa. Landsskattastigin hev­ur tó mestsum verið ó­broytt­ur síðani 2016. Tað hev­ur merkt, at størri part­ur av lønini so líðandi er lyft­ur upp á hægri skatta­stig, og at borgarar tí eru vorðnir skattaðir alsamt harðari.

 

Hetta vil Fólkaflokkurin gera nakað við. Tí vilja vit javna skattastigan hvørt ár, samsvarandi prís- og løn­ar­vøkstr­i­num, so fólk ikki fáa eitt hægri skattatrýst, hóast tey sita við sama arbeiði og arbeiða sama tímatal. Tað stimbr­ar ikki hugin til at arbeiða, og tí er tað av al­stórum týdningi, at hetta verð­ur gjørt frameftir.

 

 

 

Ali- og fiskivinnan tryggar karmar

 

Vit hava seinastu árini tí­verri sæð kollveltandi broyt­ingar í viðurskiftinum hjá okk­ara høvuðsvinnum. Vit mugu skapa langtíðar karm­ar, har vinnan veit, hvussu teirra framtíð sær út, so hon kann leggja til rætt­is sítt virksemi og gera tær ný­í­løg­ur, ið skulu til, til frama fyri samfelagið.

 

Seinasta valskeiði hava gjøldini hjá ali- og fiski­vinn­uni verið hækkaði fleiri ferð­ir. Hóast hetta, so hoyrir man nú valevni hjá verandi sam­gong­u­flokkum tosa um, at nú skal 1 milliard inn aft­ur­at, altso tvífalt so nógv. Tað er komið at mørkum, og tí eiga vit steðga at leggja eyka byrðar á okkara høv­uðs­vinn­ur, so tær kunnu fram­hald­andi mennast og vera kappingarførar á al­tjóða marknaðinum.

 

 

 

Lættari og betri at vera familja

 

Familjan er kjarnin í sam­fel­agnum. Hon er grund­vøll­ur­in undir einum sterkum sam­felagi. Tí má samfelagið verða meira familjuvinarligt á øllum økjum, har vit geva fam­ilj­uni størri frælsi yvir teirra tíð og pengum.

 

Vit hava tíverri sæð eina gongd seinastu árini, har færri børn vera fødd í Før­oy­um. Orsøkirnar vita vit ikki, men politiska skip­an­in má altíð stremba eft­ir, at tað ikki skal vera av fíggj­ar­lig­um orsøkum, at fólk ikki stovna sær familju. Tí mugu vit gera batar á økinum. Vit vilja, at ein barnakekkur á 20.000 kr. skattafrítt verður giv­in úr barsilsgrunninum til tey, ið fáa eitt barn. Eisini ynskja vit, at hámarkið fyri út­gjald úr barsilsskipanini verð­ur hækkað upp á 40.000 kr., so færri vera við inn­tøk­u­missi, tá tey eru í barn­s­burðarfarloyvi.

 

Eisini skulu vit geva fam­ilj­um størri ræði yv­ir, hvussu tey skipa teirra tíð, tá børn­ini eru smá. Vit vilja geva for­eldr­um frælsi at skipa barns­burð­ar­far­loyvi sjálvi, og at geva teim­um møg­u­leikan fyri einum smid­­l­igari barsilsfarloyvi.

 

##med2##

 

Útbúgva til okkara tørv

 

Tað er týdningarmikið, at vit hava eitt breitt úrval av út­búgv­ingum í okkara sam­felagi. Tað verið seg bæði innan tað handaliga og bókliga. Eitt spennandi úr­val av útbúgvingum her heima er við til, at fleiri ung fólk velja at lesa í Føroyum.

 

Vit hava stóran tørv á yrk­is­lærdum fólki, og eiga vit eggja ungum fól­kum at velja hesa leið, eins og vit skulu stremba eft­ir, at lærlingar kunnu taka so stóran part av skúl­a­skei­ð­num í Føroyum.

 

Tað er tørvur á, at vit í størri mun hava hægri út­búgv­ing­ar, ið end­ur­speg­­l­að tann tørv og eft­­ir­­spurn­ing, ið okkara sam­fel­ag hevur. Før­oy­ar liv­ir fyrst og fremst av at fram­leiða, og síðan at selja tað, ið vit framleiða. Tó hava vit ong­ar hægri útbúgvingar innan hesi økini. Hetta eiga vit fáa broytt frameftir.

 

Tað er eisini týdn­ing­ar­mik­ið, at lesandi ikki vera revs­aði fyri at vera virkin á ar­beiðs­markn­að­i­n­um. Tað er gott, at les­andi fáa tilknýti til ar­beiðs­markn­að­in, meðan tey eru les­andi. Tí eiga vit at hækka mótrokningina fyri, hvussu nógv tú kanst arbeiða uttan at missa lestrarstudningin.

 

 

 

Javnvág aftur á tí fíggjarliga

 

Fyri at tryggja framtíðina vilja vit, at almenni bú­skap­ur­in kemur aftur á beint. Tí mugu vit fáa javnvág á aftur, har inn­tøk­ur­nar vaksa skjótari enn út­reiðsl­ur­nar.

 

Í hesum valskeiðnum hava vit sæð, at út­reiðsl­ur­nar eru vaksnar skjótari enn inn­tøkurnar. Tískil mugu út­reiðsl­urnar tálm­ast. Vit skulu fyrst og fremst rað­festa pengarnir á gólv­ið til okk­ara kjarn­u­væl­ferð, heldur enn ó­neyð­uga um­s­iting. Vit skulu gera bygn­að­arbroytingar og ný­­skip­an­ir, so vit fáa meira fyri peng­ar­nir.