Varaforsetin svorin í eið sum virkandi leiðari í Venezuela

Delcy Rodriguez, sum Nicolas Maduro áður hevur kallað ”tikara”, er nú virkandi forseti í Venesuela.

Varaforsetin, Delcy Rodriguez, tekur eitt fet upp í politiska hierarkið í Venezuela - í øllum førum fyribils. (Savnsmynd). - Mynd: Juan Barreto/Ritzau Scanpix

Varaforsetin, Delcy Rodriguez, er formliga tikin í eið sum virkandi forseti í Venezuela, eftir at Nicolas Maduro, forseti, varð tikin.

Tað boðar Reuters frá í dag.

Hægstirættur í landinum góðkendi hana beinanvegin um vikuskiftið at taka við embætinum.

56 ára gamli varaforsetin hevur leingi verið mett at vera ein av mest tryggu stuðlunum hjá Maduro.

Maduro hevur áður kallað hana fyri ein "tikara" fyri verju hennara av stjórnini.

Rodriguez er útbúgving advokatur. Hon hevur havt fleiri valdsstørv, síðani Hugo Chávez tók við. Hon gjørdist varaforseti í 2018.

Spurningurin um, hvør skal vera virkandi forseti, er vorðin aktuellur, eftir at USA leygardagin framdi eitt hernaðarligt átak í Venesuela.

Her lupu amerikanskar herdeildir á fleiri støð og flugu inn við tyrlu og handtóku Maduro heima hjá honum í venezuelanska høvuðsstaðnum, Caracas. Síðani varð hann fluttur til USA, har hann møtti í rættinum í dag og noktaði seg sekan í fleiri ákærum í sambandi við rúsevnisbrotsverk.

 

/Ritzau/

 

 

 

Varaforsetin, Delcy Rodriguez, tekur eitt fet upp í politiska hierarkið í Venezuela - í øllum førum fyribils. (Savnsmynd). - Mynd: Juan Barreto/Ritzau Scanpix