Endamálið við degnum var umrøða og læra, hvat vit kunnu gera fyri at ganga undan og gera Tórshavnar kommunu til ein grønan høvuðsstað.
Tórshavnar kommuna skrivar, at fleiri áhugaverdir fyrilestrar vóru á skrá, eitt nú greiddu Bogi Hansen, Ph.D og havfrøðingur, og Jette Vindum, umhvørvissamskipara í Vejle kommunu frá.
Tórshavnar kommuna hevur samtykt nýggjan umhvørvispolitikk fram ímóti 2032.
Sum eitt av størstu arbeiðsplássunum í landinum, eins og sum høvuðsstaðarkommuna hevur kommunan ábyrgd og møguleika fyri at ganga á odda við burðardyggum og umhvørvisvinarligum loysnum.
Starvsfólkini í kommununi hava saman við borgaran ein sentralan leiklut í, at átøkini í politikkinum eydnast. Tí varð skipað fyri einum degi, har fleiri átøk í politikkinum vórðu løgd fram og umrødd.
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setti dagin. Hon kom m.a. inn á vaksandi matvøruprísirnar sum eitt úrslit av eitt nú turki í suðurevropa og aðrastaðni, og hvussu vit øll – beinleiðis ella óbeinleiðis – eru ávirkað av veðurlagsbroytingum
- Sjálv ímyndi eg mær eina høvuðsstaðarkommunu við reinari luft, munandi minni larmi, sólorku á óteljandi bygningum, reinum áum og fjøru, góðum møguleikum at skilja burturkastið i sínum grannalagi, fríøki sum eisini eru náttúruøki við alskyns fuglum og blómum, at børn og vaksin kunnu kenna seg væl og trygg at ganga og súkkla til arbeiðis og í skúla, segði Elsa Berg.
Eisini vísti hon á, hvørji átøk longu eru.
Dagstovnurin undir Brúnni hevur í nógv ár arbeitt við kompostering við góðum úrslitum. Grannastovnurin Sólareygað hevur sólorku og fer í næstum at fáa enn meira sólorku á takið.
Bussleiðin flytir túsundtals fólk og minkar um ferðsluna, larm, luftdálking og útlát.
Fyri nøkrum árum síðani fór kommunanundir eitt miðvíst átak fyri at fáa størri arbeiðspláss og fyritøkur at skilja papp og pappír, vaks innsavningin við umleið 300 tonsum ta árið.
- Tórshavnar býráð hevur nevniliga sett sær fyri, við nýggja umhvørvispolitikkinum, at vit vilja vera millum fremstu kommunur á umhvørvisøkinum, vit vilja spara í orku og minka munandi um útlátið. Og vit vilja røkka hesum saman við tykkum, segði Elsa Berg.










