Tað skrivar Skúlablaðið.
Veronika er 53 ára gomul og býr í Norðdepli. Hon hevur tikið læraraútbúgving á Føroya læraraskúla í 2004 .
Veronika hevur drúgvar undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum og á serøkinum bæði í Danmark og í Føroyum.
Hon hevur viðkomandi royndir við at fyrisita og leiða og er í gongd við at taka leiðsluútbúgving.
Veronika hevur seinasta árið røkt skúlastjórastarvið í Skúlanum á Fossanesi.











