- Ein nýggj heimasíða er nú tøk, har alt, ið Vestmanna hevur at bjóða gestum, er savnað á einum staði. Heimasíðan er ætlað sum ein sýnisgluggi hjá ferðavinnuni í Vestmanna, og sum samstundis skal gera tað lættari og høgligari hjá gestum at leggja sína ferð til rættis.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu í dag.
Á www.visitvestmanna.com er dentur lagdur á upplivingar, náttúru og mentan.
- Her kunnu ferðafólk lesa um kendar náttúruperlur, spennandi túrar, søgulig støð og aðrar upplivingar. Eisini eru upplýsingar um matstøð, gisting, tiltøk og aðrar tænastur, sum eru við til at gera vitjanina bæði góða, spennandi og minnisríka.
Nýggja heimasíðan stuðlar undir burðardygga ferðavinnu, har staðbundnar upplivingar og virðir verða sett í miðdepilin.
- Vit vilja fegin stuðla undir ferðavinnuna í bygdini, og vit halda, at heimasíðan er eitt týðandi stig í so máta. Serliga fyri at fáa sjóneykuna setta á ferðavinnuútbjóðarar í kommununi.
Í Vestmanna kommunu siga tey, at næstu tíðina verður meira tilfar lagt á síðuna, og síðan verður dagførd so hvørt, sum fleiri upplivingar og tilboð verða tøk.










