Sunnudagin var fótbóltssøga skrivað í Stóru Dímun.
Veteran-liðini hjá B71 og TB spældu ein "six-a-side" fótbóltsdyst úti í Stóru Dímun. T.v.s. at spælt var við einum málverja og fimm útileikarum.
B71 var í stóran mun mannað við leikarum frá liðnum, ið vann FM í 1989, og liðið hjá TB var í stóran mun mannað við leikarum frá liðnum, ið vann FM í 1987.
Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1. Magni Petersen hjá TB fekk heiðurin at skjóta fyrsta málið í einum dysti úti í Stóru Dímun. Í seinna hálvleiki gjørdi Tórur Holm í TB-málinum sjálvmál.
Menn eru komnir uppum ein vissan aldur, og tí var ikki hildið at vera ráðiligt við longdari leiktíð. Farið var beint til brotssparkskapping. Tað kravdi seks brotsspørk til hvørt liðið áðrenn B71 sigraði, og vann harvið tað fyrsta Dímunarsteypið.
Joen Peter Petersen í Skálavík, ið var á liðnum hjá B71 hevur verið so beinasamur at senda okkum myndir.
Tað kundi verið stuttligt við einum veteran-landsdysti millum Føroyar og Danmark, ella millum Føroyar og Ísland úti í Stóru Dímun. Ein slíkur hevði fingið góða umtalu. Livst so spyrst.
##med2##