Tíðliga seinnapartin spældi liðið Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm dyst á Gamla Ullevi leikvøllinum móti gamla stórliðnum, IFK Göteborg, ið hevur havt trupult við at fóta sær seinnu árini.
Dystirnir millum AIK Stockholm og IFK Göteborg eru millum stóru klassikararnar í Allsvenskuni.
Frammanfyri 17.000 áskoðarum vann IFK Göteborg dystin 2-1. AIK hevði trupult við at steðga norska Tobias Heintz hjá heimaliðnum, ið legði IFK á odda átta minuttir undan steðginum, og økti til 2-0 í 55. minutti. Thomas Poppler Isherwood fekk minkað um munin til 2-1, tá ein hálvur tími var eftir av vanligu leiktíðini. Í yvirtíðini bjargaði verjan hjá IFK á málstrikuni, men nærri enn tað kom AIK ikki.
Seinastu fýra dystirnir í deildini hevur AIK bert fingið tvey stig.
Mikkjal staðfesti tó á tíðindafundinum aftaná dystin, at hann og leikararnir høvdu fyrireikað seg væl til dystin á Gamla Ullevi leikvøllinum, og hann heldur leikararnir løgdu eitt gott avrik fyri dagin. Mikkjal minnir eisini á, at AIK við 34 stigum hevur bert tvey stig upp til triðja plássið, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt komandi kappingarár. Malmö hevur 36 stig á triðja plássinum.
Mikudagin klokkan 17 spælir AIK dyst á útivølli í svensku steypakappingini móti Hudiksvall, ið spælir í fjórðbestu deildini.
Komandi sunnudag klokkan 15.30 spælir AIK aftur dyst í bestu deildini. Tá verður talan um dyst á útivølli móti Degerfors.
HER ber til at síggja ein longri samandrátt frá dystinum IFK Göteborg-AIK Stockholm 2-1 (1-0):
##med2##