VIDEO: Áki legði upp til mál í heimasigri hjá Ranheim

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Odd 3-1 (2-0)

Góða gongdin hjá Áka Samuelsen heldur fram í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Í dag vann Ranheim á EXTRA Arena leikvøllinum í Tróndheimi 3-1 á gamla liðnum hjá Gilla R. Sørensen, Odd.

 

Tá Seydina Diop legði Ranheim á odda í 26. minutti átti Áki triðseinasta fótin í álopsstøðuni. Tveir minuttir seinni var Áki noteraður fyri eitt upplegg, tá hann við einum góðum hornasparki sendi bóltin í pannuna hjá Jonas Pereira, ið stútaði bóltin í netið til 2-0. 

 

Í 14 dystum í deildini hevur Áki skorað seks mál, og hevur lagt upp til fýra mál. 

 

Í 78. minutti fekk Odd spenning í dystin aftur, men í tíðini dómarin legði aftrat staðfesti Erik Tønne sigurin hjá Ranheim.

 

Ranheim er nummar fimm í deildini við 22 stigum. Teir eru trý stig frá øðrum plássinum, ið gevur beinleiðis uppflyting til bestu deildina. Har liggur Start Kristiansand við 25 stigum.

 

Mikudagin klokkan 17 spælir Ranheim dyst á útivølli móti Skeid Oslo.

 

HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Odd 3-1 (2-0):

 

##med2##