Video: Ebbb + Nusantara Beat = 10/10

Fjósið og Spæliplássið høvdu frá um midnáttarleiti tvær megnar konsertir, sum yvirlappaðu: Bretskur framtíðartónleikur og indonesisk grooves úr júst hesi verð. Báðar livdu upp til vónirnar.

Konsertirnar høvdu nógv til felags. Tær vóru báðar rættiliga introvertar og samstundis ekstremt dansivinarligar. Tær bjóðaðu báðar áskoðarunum at dansa, men tað var alt í lagi, um tað var í egnari verð. Stemningurin millum fólk til báðar var so góður sum yvirhøvur gjørligt.

 

##med2##

 

Ebbb í Fjósinum var akkurát tann konsertin, sum eg vónaði. Eitt fantastiska nýtt og spennandi ljóð, sum er fylt við deiligum kontrastum. Trummurnar tvinga teg til at flippa út, men restin av musikkinum lovar tær at droyma og filosofera. Lekkur blanding.

 

Nusantara Beat var bara eitt stabilt og framúrskarandi groove úr tí hollendska-indonesiska, sum heldur til í Amsterdam. Beatini vóru monotont endurtakandi sum ein hjartasláttur í einum langum lívi. Allir sangirnir líktist, men fatanin av teimum broyttist støðugt, og kenslan var alla tíðina góð. Viðhvørt mátti tú niður í knøini at dansa, aðrar tíðir upp í hendurnar. Krystallklára røddin og tær flótandi rørslurnar hjá forsangarinnuni leiddu teg trygt og hegnisliga inn í tað.

 

Eg má siga, at stemningurin á festivalinum er fráskila góður. Fólk eru bara glað og góð. Tað er ein vónrík sjón.

 

##med3##