VIDEO: Grimsby vann stórsigur á heimavølli

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Grimsby Town-Barrow 5-0 (2-0)

David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town halda fast í týðandi sjeynda plássinum í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two, ið gevur rætt til at spæla um uppflyting til League One.

 

Ígjár vann Grimsby við Geza á vøllinum í 62 minuttir, ein knúsandi 5-0 stórsigur á botnliðnum, Barrow. Kieran Green og Jaze Kabia skutu tvey mál hvør. Andy Cook skoraði eitt mál.

 

Grimsby er nummar sjey í deildini við 62 stigum. Chesterfield á áttanda plássinum hevur eisini 62 stig, men teir hava spælt ein dyst fleiri.

 

Skírisdag 3. apríl hevur Grimsby dyst á heimavølli móti Harrogate.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Grimsby Town-Barrow 5-0 (2-0):

 

##med2##