Føroyingauppgerð var á Hásteinnsvøllinum úti í Heimey ígjár.
Í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini tók ÍBV við Ara í Haraldsstovu Petersen í málinum móti Víkingi Reykjavík, ið sum vant hevði Gunnar Vatnhamar í verjuni.
Víkingur vann dystin 2-0. Tá Óskar Borgþórsson legði Víking á odda í 51. minutti helt stóri fótbóltsmiðilin, Fótbólti.net, at Ari ikki sá gott út í støðuni, men burdi vart fyri. Fimm minuttir seinni økti Gylfi Þór Sigurðsson við einum skoti miðjuni, tá hann fangaði ein bólt Ari royndi at sparka fram til álopið hjá ÍBV.
Víkingur Reykjavík er saman við KR fremst í deildini. Liðini hava 19 stig hvør fyri sjey dystir. ÍBV er aftast í deildini við bert einum stigi.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum ÍBV-Víkingur Reykjavík 0-2 (0-0):
##med2##











