VIDEO: Ísland knústi Svøríki í Malmö (EM)

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Ísland-Svøríki 35-27 (18-12)

Viggo Kristjánsson var toppskjútti hjá Íslandi við 11 málum (Mynd: Ritzau Scanpix)

Í kvøld er fagnaður í hondbóltsøra landinum fyri norðan. Ísland vann í kvøld í EM-millumbólki 2 sannførandi 35-27 á svensku vertunum í Malmö Arena. 

 

Í steðginum vóru íslendingar á odda 18-12. Svenskarar fingu minkað til 22-23, men so fekk Ísland gongd á aftur og seinastu løtuna vóru "strákarnir" flúgvandi.

 

Toppskjútti hjá Íslandi - og dagsins leikari - var Viggó Kristjánsson, ið skoraði 11 mál upp á 11 málroyndir. Toppskjútti hjá Svøríki við fimm málum var Albin Lagergren.

 

Risin í íslendska málinum, Viktor Gísli Hallgrímsson hevði eisini ein góðan dyst við 13 bjargingum.

 

Nú hava Ísland, Svøríki og Slovenia fýra stig hvør. Kroatia kann eisini koma upp á fýra stig við sigri á Sveis í kvøld.

 

HER er skráin fyri millumbólk 2:

 

23. januar: Ísland – Kroatia 29-30

 

23. januar: Sveis – Ungarn 29-29

 

23. januar: Slovenia – Svøríki 31-35

 

25. januar: Slovenia – Ungarn 35-32

 

25. januar: Ísland – Svøríki 35-27

 

25. januar: Sveis – Kroatia, kl. 19.30.

 

27. januar: Sveis – Ísland, kl. 14.30.

 

27. januar: Slovenia – Kroatia, kl. 17.

 

27. januar: Svøríki – Ungarn, kl. 19.30.

 

28. januar: Slovenia – Ísland, kl. 14.30.

 

28. januar: Kroatia – Ungarn, kl. 17.

 

28. januar: Sveis – Svøríki, kl. 19.30.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Ísland-Svøríki 35-27 (18-12):

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Viggo Kristjánsson var toppskjútti hjá Íslandi við 11 málum (Mynd: Ritzau Scanpix)