VIDEO: Kroatia vann á Sveis í EM-millumbólki 2

(Video) Her ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Sveis-Krotia 24-28 (11-13)

Mynd: Eurohandball

Tað er púra javnt millum fýra lið í oddinum í EM-millumbólk 2.

 

Kroatia vann í kvøld 28-24 (13-11) á Sveis í Malmö Arena. 

 

Zvonimir Srna og Ivan Martinović vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá Kroatia. Samuel Zehnder var við seks málum toppskjútti hjá Sveis.

 

Tað merkir, at nú eru tað fýra lið í millumbólkinum, ið hava fýra stig hvør. Tey eru Ísland, Svøríki, Slovenia og Kroatia. Ungarn og Sveis hava eitt stig hvør.

 

HER er skráin fyri millumbólk 2:

 

23. januar: Ísland – Kroatia 29-30

 

23. januar: Sveis – Ungarn 29-29

 

23. januar: Slovenia – Svøríki 31-35

 

25. januar: Slovenia – Ungarn 35-32

 

25. januar: Ísland – Svøríki 35-27

 

25. januar: Sveis – Kroatia 24-28

 

27. januar: Sveis – Ísland, kl. 14.30.

 

27. januar: Slovenia – Kroatia, kl. 17.

 

27. januar: Svøríki – Ungarn, kl. 19.30.

 

28. januar: Slovenia – Ísland, kl. 14.30.

 

28. januar: Kroatia – Ungarn, kl. 17.

 

28. januar: Sveis – Svøríki, kl. 19.30.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Sveis-Kroatia 24-28 (11-13):

 

##med2##

 

Mynd: Eurohandball