Í seinasta kappingardystinum í bestu pólsku fótbóltsdeildini í 2025 leikti liðið hjá Andriasi Edmundssyni, Wisla Plock javnleik 1-1 móti Korona Kielce á útivølli.
Łukasz Sekulski legði Wisla Plock á odda longu í 13. minutti, og leingi vóru Andrias og liðfelagarnir á sigurskós. Men tá fáir minuttir javnaði Korona Kielce til 1-1.
Talan er um fimta javnleikin á rað hjá Wisla Plock, ið eru ósigraðir í teimum seinastu 10 dystunum. Í hesum 10 dystunum er talan um átta javnleikir og tveir sigrar.
Wisla Plock hevur 30 stig á fyrsta plássinum. Tað hevur Gornik Zabrze eisini, men teir hava verri málmun.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Korona Kielce-Wisla Plock 1-1 (0-1):
##med2##











