VIDEO: Skulu vera skarpir í dystinum móti Estlandi

(Video) Síggj og hoyr samrøðu hjá FSF varpinum við landsliðsvenjaran, Eyðun Klakstein

Mynd: FSF

FSF skrivar: 

 

- Manslandsliðið hevur havt sína síðstu venjing undan dystinum móti Estlandi, sum verður á Ranna Stadion í morgin, leygardagin klokkan 16:00

 

——————

 

Sum fyrireiking til UEFA Nations League, sum er á skránni í heyst, skal A-landsliðið við monnum næstu dagarnar spæla venjingardystirnar móti fyrst Estlandi, og síðani annaðhvørt Lettlandi ella Litava.

 

Hóskvøldið vandi føroyski hópurin á Ranna Stadion, har Føroyar møta Estlandi í morgin, leygardagin klokkan 16:00 føroyska tíð, sum er klokkan 18:00 lokala tíð í Estlandi.

 

Áðrenn venjingina fekk FSF Varpið orðið á landsliðsvenjaran, Eyðun Klakstein:

 

##med2##

 

Mynd: FSF