Á Autocentralen Park leikvøllinum í Kolding endaði dysturin millum heimaliðið, Kolding við Meinhard E. Olsen á liðnum, og Aarhus Fremad við Martini Agnarssyni á liðnum við javnleiki 1-1. Talan var um seinasta leikumfarið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini undan vetrarsteðginum.
Pontus Texel legði Kolding á odda í 18. minutti. Átta minuttir seinni brendi Mathias Kubel hjá Aarhus Fremad eitt brotsspark. Kolding var á sigurskós líka til 89 minuttir vóru leiktir. Tá megnaði Martin at gagnnýta, at málverjin hjá Kolding, Lennart Moser ikki helt einum innleggi, og Martin beindi bóltin í netið til 1-1.
HER ber til - ovast - at síggja hæddarpunktini frá dystinum Kolding-Aarhus Fremad 1-1 (1-0). Niðast ber til at síggja eina samrøðu Aarhus Fremad gjørdi við ein fegnan Martin Agnarsson um málið:
##med2##
##med3##











