Sunnudagin vann ÍBV triðja dystin á rað í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Stjarnan var á vitjan á Hásteinnsvøllinum í Heimey, og eydnaðist tað ÍBV at vinna dystin 2-1. Øll málini vóru skotin fyrstu 32 minuttirnar av dystinum.
ÍBV-Stjarnan 2-1 (2-1)
0-1 Benedikt V. Warén ('1 )
1-1 Sesar Örn Harðarson ('28 )
2-1 Bjarki Björn Gunnarsson ('32 )
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Onkur bjarging hjá Ara er við í brotinum:
##med2##











