Á Ullevaal leikvøllinum vístu norðmenn svenska landsliðnum hvør hevur tað sterkasta fótbóltslandsliðið í Norðurlondum, tá tey bæði norðurlendsku landsliðini, ið skulu kappast komandi í HM-endaspælinum møttust í einari prestisjufullari grannauppgerð.
Noreg vann greiðan 3-1 sigur á Svøríki. Støðan var 3-0 áðrenn Svøríki minkaði um munin. Noreg skoraði øll trý málini undan steðginum.
Noreg-Svøríki 3-1 (3-0)
1-0 Jørgen Strand Larsen ('8 )
2-0 Antonio Nusa ('18 )
3-0 Jørgen Strand Larsen ('37 )
3-1 Alexander Isak ('76 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá venjingardystinum Noreg-Svøríki 3-1 (3-0):
##med2##











