Mikukvøldið vunnu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tepran 28-27 sigur á Rhein-Neckar Löwen í Mannheim. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-12. Eric Johansson skoraði sigursmálið í seinasta sekundinum av dystinum.
Elias skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál (assist).
HER ber til at síggja ein samandrátt frá DYN Handball frá dystinum. Við 2:39 minuttir sæst Elias skjóta eitt gott mál við einum góðum gjøgnumbroti:
##med2##










