Í kvøld leiktu Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík fyrsta dystin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í 2026.
Talan var um heimadyst móti Breiðablik, ið vann meistaraheitið í 2024, meðan Víkingur vann meistaraheitið farna kappingarár.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Víkingur kom afturum longu í fjórða minutti. Tá 71 minuttir vóru leiktir gagnnýtti Gylfi Þór Sigurðsson eitt mistak hjá Breiðablik, og javnaði til 1-1.
Víkingur hevði væl fleiri málmøguleikar enn Breiðablik, og heimaliðið hevði eisini bóltin 65 prosent av tíðini. Men teir máttu taka til takkar við einum javnleiki.
Sunnudagin klokkan 14 spælir liðið hjá Ari í Haraldsstovu Petersen, ÍBV dyst á heimavølli móti FH.











