Tað er Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein grein 52a fyrispuring um viðgerðartrygd, lággáttártilboð og avrúsing á Landssjúkrahúsinum.
Ítøkiliga spyr tingkvinnan soleiðis:
1. Metir landsstýriskvinnan, at viðgerðartrygd fyri rúsevnamisnýtarar kann setast í verk?
2. Um ja, hvussu kann ein slík viðgerðartrygd skipast?
3. Metir landsstýriskvinnan, at tørvur er á einum lággáttartilboði til rúsevnaviðgerð?
4. Um ja, hvussu kann eitt slíkt lággáttartilboð skipast?
5. Hvat skal til fyri at skipa eitt tilboð á Landssjúkrahúsinum, har rúsevnamisnýtarar kunnu koma til avrúsingar?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Kristianna Winther Poulsen á, at seinastu tíðina hava vit í miðlunum hoyrt, at menniskju, sum eru bundin at rúsevnum, ikki sleppa framat viðgerð fyri teirra misnýtslu.
– Fyri summi er gáttin at koma í viðgerð ov høg. Hetta er ein ónd ringrás, tí tey, sum ikki fáa atgongd til viðgerð, hava torført við at koma aftur á beint. Og sostatt eru tey fastlæst í sínari støðu og koma ikki víðari í lívinum, sigur hon.
– Rúsevnamisnýtarar, ið eru sera illa fyri og hava ymsar samansettar trupulleikar, detta niður ímillum verandi skipanir.
– Ynski er um, at eitt lággáttartilboð skal skipast, so at øll, ið hava tørvin, kunnu koma í viðgerð fyri rúsevnamisnýtslu, eisini um tey einki stað hava at búgva. Spurningurin er, hvussu hesi menniskju kunnu fáa ta hjálp, sum teimum tørvar, og um viðgerðartrygd er partur av loysnini, sigur Kristianna Winther Poulsen.
– Eitt tilboð um avrúsing fyri rúsevnamisnýtarar á Landssjúkrahúsinum er til gagns fyri misnýtarar, teirra avvarðandi umframt fyri rúsevnaviðgerðar. Ynskja fólk at fara til avrúsingar uttanfyri vanliga arbeiðstíð, er neyðugt, at eitt tilboð við lágari gátt er til reiðar at taka ímóti teimum. Er talan um tey avvarðandi, sum standa við einum av teirra kæru, kunnu tey vera í dýrastu neyð, um einki viðgerðarstað er at taka ímóti teimum, ið treingja.
– Heilsufakliga kann tað vera torført hjá verandi viðgerðarstøðum at taka ímóti fólki til avrúsingar uttanfyri vanliga arbeiðstíð, um misnýtarin hevur samansettar trupulleikar og er bundin av sterkum rúsevnum, sum krevja góðar heilsufakligar førleikar.
Hon vísir á, at heilsumyndugleikarnir seta hægri krøv enn áður til heilsufakligu førleikarnar hjá teimum, ið starvast á viðgerðarstøðunum.
– Eitt slíkt avrúsingartilboð á Landssjúkrahúsinum krevur nógv, bæði heilsustarvsfólk og fígging, men hinvegin kunnu vit spyrja, um ikki prísurin er hægri fyri tey oyðiløgdu lívini, sum vit tíverri alt meira eru vitni til, sigur Kristianna Winther Poulsen.











