Tað sæst í skránni hjá Føroya Rætti. Tì í morgin frá klokkan 9:15 til 12:00 verður rættarfundur, at Tórbjørn Jacobsen og Tóri Højgaard, ávikavist borgarstjóri og varaborgastjóri í Runavíkar kommunu hava stevnt Fíggjarmálaráðnum. Rættarfundurin er almennur.
Um rættarmálið sæst, at » Sagen drejer sig om: Almindelige emner«.
Sambært Frihedsbrevet snýr rættarmálið seg um, at umboðini fyri Runavíkar kommunu vilja hava Føroya Rætt at broyta avgerðina hjá Fíggjarmálaráðnum um, at umval skal vera í kommununi týsdagin í næstu viku.
Sambært Frihedsbrevet eru tað fimm býráðslimir, sum stevna. Umframt teir báðar nevndu omanfyri eru tað eisini Sigrun Jónsveinsdóttir, Petur Hansen og Jóhan Vest, sum hava stevnt. Og tað hava tey gjørt persónliga, tí – skrivar Frihedsbrevet – at tey fingu ikki undirtøku fyri tí á aftulatnum býráðsfundi, at kommunan skuldi stevna.
Orsøkin til umvalið er, at ákæra varð reist í málinum um tað, sum hildið verður at vera valsvik í Oyndarfirði, har ein atkvøða varð gjørd ógyldug.
Løgmálaráðið segði tí, at við ákæruni var so stórur ivi sáddur um, hvørt samansetingin av manningini í Runavíkar býráði var røtt, at Løgmálaráðið hevði tikið avgerð um at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu.
Frihedsbrevet skrivar, at sambært tí nýggju stevningini hjá teimum fimm býráðspolitikarunum í Runavík var avgerðin hjá táverandi Løgmálaráðnum ólóglig. Orsøkirnar til tess eru sambært stevningini m.a.:
1) At býráðslimirnir ikki vóru hoyrdir, áðrenn avgerðin var tikin, og tí hevur Løgmálaráðið brotið meginregluna um partshoyring.
2) At avgerðin er brot á lutfalsmeginregluna um, at ein myndugleiki eigur at taka tí minst inntrívandi avgerðina, tá tað ber til. Í hesum føri er talan um eina møguliga skeiva atkvøðu út av út við 3000 atkvøðum, og tí meta stevnandi politikararnir, at avgerðin um umval er ov inntrívandi.
3) At avgerðin er ov illa upplýst, tí avgerðin hjá Løgmálaráðnum einans er grundað á, at ákærin hevur valt at reisa ákæru, men at Løgmálaráðið sjálvt ikki hevur gjørt nakrar serstakar kanningar ella hevur innlit í hesar kanningar hjá løgregluni.
4) At Løgmálaráðið er ógegnigt í málinum, tí Nella Festurstein, aðalstjóri, er gift við Christiani Andreasen, sum er advokatur hjá ákærda valstýrisformanninum í Oyndarfirði. Nella Festurstein var tí heldur ikki partur av avgerðina hjá Løgmálaráðnum, men stevnandi politikararnir halda, at tað ikki var nokk, at bara aðalstjórin tók seg av málinum, men var alt aðalráðið harvið blivið ógegnigt, og átti tí ikki at tikið sær av málinum.
Eftir at Løgmálaráðið varð niðurlagt 1. desember í fjør, er tað Fíggjarmálaráðið, sum nú er blivið stevnt fyri hesa avgerðina – tí Fíggjarmálaráðið varðar av økinum nú.
Sambært Frihedsbrevet, er spurningurin um, hvørt stevningin skal hava steðgandi virknað ella ikki, verður viðgjørdur í Føroya rætti í morgin.











