Vit havarfólk vunnu slagið um Vesturvarða

Hetta er ein sigur fyri okkum, sum tóku orðið, settu spurnartekin, funnu fakta fram og tordu at standa á odda fyri at verja eitt stað, vit elska.

 

Og tað er júst tað, sum er styrkin í einum fólkaræði:

 

At vit ikki bara góðtaka, men tora at spyrja – og halda fast.

 

Tí tá vit taka orðið og ikki lata okkum trýsta til tøgn, so noyðast eisini tey, sum eru fólkavald í býráðnum, at steðga á og hyggja einaferð aftrat eftir verkætlanini.

 

Tað er tað, eg havi kallað eitt livandi talvspæl.

 

Vit kenna spælið.

 

Vit síggja brikkarnar.

 

Og vit síggja fleiri leikir fram.

 

So til okkum, sum hava staðið saman og torað at verja Vesturvarða:

 

Túsund takk  – og takk fyri, at vit stóðu saman, tá harðast leikaði á.

 

Og kanska er hetta eisini ein góður møguleiki at læra av.

 

Mín vón er at Tórshavnar Kommuna framyvir bjóðar borgarum og feløgum við, áðrenn verkætlanir verða gjørdar, samtyktar og pengar játtaðir.

 

Borgarafundir og veruligt samskifti áðrenn – ikki aftaná.

 

##med2##

 

Gott og álítandi samstarv verður bygt upp við relatiónum, samskifti og sosialari tryggheit – ikki við hóttanum, trýsti ella mistreysti.

 

So takk til býráðið fyri at steðga á og broyta kós.

 

Tað er gott, tá politikkarnir eisini megna at lurta og rætta kósina - tad krevur dýrvið og mót.

 

Og til tykkum, sum siga, at tónin á sosialu miðlunum hevur verið ov hvassur:

 

Eg eri ikki samd.

 

Tónin hevur verið beinrakinn og beinleiðis, tí ov nógvir spurningar stóðu ósvaraðir…

 

Og nú eru teir ikki avgerandi longur, tí ætlanin á VesturVarða verður endurskoðað, og aðrir møguleikar skulu finnast.

 

Tad er gott.

 

Góða býráð í TK - eg vil minna tykkum á, at álitt verður bygt – ikki kravt… og at trýst, gevur móttrýst ….

 

Álit verður bygt við at lurta eftir teimum, sum brúka og elska felags økir.

 

Og so eru tad tey, sum kanska halda, at ein sum eg - ein útisetið burdi blanda seg uttanum … men tað ber ikki til at koyra okkum til viks:

 

Tí vit standa saman.

 

Vit taka orðið.

 

Vit tora og vit gevast ikki bara, tí onkur flytur ein brikk uttan at hava lov til tað.

 

Vesturvarði er verdur at verja, sjálvt um økið uppá sigt kann útstykkjast til grundstykkir.

 

So Varðið tykkum.

 

##med3##