- Vit høvdu eina sera góða feriu í Spania

- Eg havi altíð góðar vónir um framtíðina, sjálvt um tað eru onkur dimm skýggj at hóma í havsbrúnni, sigur Annfinn Brekkstein

 

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?

 

- Nýggjárið halda vit saman við døtrunum, versynunum og okkara fimm abba-og ommubørnum heima hjá okkum.

 

Tað sigur Annfinn Brekkstein.

 

- Vit eta vanliga ein nátturða við góðum føroyskum viðskera, og tað kemur meira enn so fyri, at onkur av mínum systkjum eta saman við okkum.

 

Hann sigur, at um midnáttarleitið plaga tey at samlast í grannalagnum at skjóta fýrverk.

 

- Tað kemur fyri, at man fer á eina lítla húsagongd at heilsa uppá bygdarfólkið og ynskja teimum gott nýggjár.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?

 

- Vit bæði høvdu eina sera góða feriu í Spaniu í summarhúsi, sum vit leigaðu frá vinfólki. Her feiðraðu vit, at vit høvdu verið gift í 40 ár í juli, og bæði fyltu 65 ár, ávikavist í august og september.

 

Annfinn Brekkstein fegnast eisini um, at heilsan er góð, tí tað er ikki nøkur sjálvfylgja, tá tú ert farin um tey sekstifimm.

 

Og hvat var tað keðiligasta sum hendi í 2025?

 

- Sum heild minnist eg ikki nakað keðiligt í árinum, hvørki hjá mær, ei heldur hjá mínum nærmastu, tíbetur.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026? 

 

- Eg havi altíð góðar vónir um framtíðina, sjálvt um tað eru onkur dimm skýggj at hóma í havsbrúnni. Tað er at bretta upp um ermar og loysa tey ting, sum koma, á besta hátt fyri land og fólkið, sum her býr. Fari spentur og virkisglaður inn ár 2026 – at virka og liva í okkara góða landi.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Vanliga gevi eg ikki nøkur nýggjarslyftir, men at verða betri til tað, eg ikki eri góður til, er eitt gott lyfti, eru seinastu orðini hjá Annfinni Brekkstein á hesum sinni.