Vit mugu seta inn tíðliga og harvið fyribyrgja mistrivnaði

Í valstríðnum hoyra vit nógv um børn og ung, sum ikki trívast í skúlanum. Men hjá nógvum børnum byrjar mistrivnaðurin ofta nógv fyrr – longu í teimum heilt fyrstu árunum. Tað er júst her, vit eiga at seta inn, um vit meina álvara við trivnaðinum hjá børnum.

 

Fleiri børn vaksa upp í ótryggum bústaðarviðurskiftum, har foreldur stríðast við høga leigu, ringar karmar og óvissu um framtíðina. Hetta ávirkar børnini beinleiðis. Eitt barn, sum livir í ótryggum kørmum, byrjar lívið við einum trýsti, sum tað ikki eigur at bera.

 

Sama mynd sæst í dagstovnunum: ov fá fakfólk, ov stórir bólkar og ov lítil støðugleiki. Hetta er ikki bara ein organisatorisk avbjóðing – hetta er ein fyribyrgingaravbjóðing. Dagstovnarnir eru okkara fyrsta og týdningarmesta fyribyrgingarskipan, og tí má hon raðfestast nógv hægri.

 

Tað krevur eisini, at vit raðfesta námsfrøðina og sernámsfrøðina. Námsfrøðingar hava servitan um menningina hjá børnum – um tryggleika, samskifti, sosiala menning, sansir, motorikk og at skapa umhvørvi, har børn kunnu trívast og mennast. Hetta er faklig vitan, sum ikki kann skiftast út við góðan vilja aleina. Og sernámsfrøðingar hava dýpa vitan um, hvussu vit tíðliga kunnu eyðmerkja og stuðla børnum, sum hava serligan tørv, áðrenn trupulleikar vaksa.

 

Afturat hesum vísa danskar kanningar, at børn hava verri motorikk enn áður. Motorikk og sansamenning eru grundarlagið undir sosialari menning, málmenning og innlæring. Tá vit ikki raðfesta hetta, so seta vit børnini aftur longu frá byrjan.

 

Tí mugu vit seta inn nú:

 

  • tryggari og varandi bústaðarkarmar hjá barnafamiljum
  • fleiri útbúgvin starvsfólk og færri børn pr. vaksin
  • størri dent á námsfrøðiliga og sernámsfrøðiliga fakligheit
  • meira rørslu, sansamenning og spæliumhvørvi í dagstovnunum

 

Fyrstu árini eru avgerandi fyri alt lívið. Um vit vilja betra um trivnaðin hjá næmingum í skúla, so má hjálpin byrja nógv fyrr. Tað er her, fyribyrgingin ger størsta munin – bæði fyri børnini og fyri samfelagið.

 

Sára Gullfoss, valevni hjá Javnaðarflokkinum