Demokratia hevur savnað saman tær 62 kvinnurnar, sum stilla upp til løgtingsvalið í 2026, í eitt yvirlit á heimasíðuni www.demokratia.fo. Yvirlitið sæst HER.
Nógvar sterkar kvinnurøddir eru at velja í. Tað einasta, sum nú krevst, er, at veljarin finnur ta kvinnuna, sum umboðar síni áhugamál best.
Okkum tørvar fjølbroyttari umboðan
Tað er alneyðugt fyri okkara fólkaræði, at vit fáa fjølbroyttari umboðan har politisku avgerðirnar verða tiknar. Hesar avgerðirnar ávirka okkum øll. Tí eiga tær at taka støði í einari rúgvu av vinklum, sjónarhornum og lívsroyndum. Vantar sjónarhornið hjá kvinnum, so vantar eisini neyðug vitan og innlit, sum menn ikki hava. Sjálvandi eigur politiska arbeiðið at endurspegla kvinnur og menn eins.
Seinasta løgtingsval fingu kvinnur ein triðing av atkvøðunum. Sum avleiðing eru heili 23 av 33 tinglimum menn í verandi støðu. Hetta er ikki nóg mikið, um vit vilja hava eitt sunt fólkaræði.
Nú krevst, at veljarin ger sín part. Nú er stundin komin til at styrkja kvinnuumboðanina á tingi.
Tí javnstøða kemur ikki av sær sjálvari.
Hví ikki velja eina kvinnu?
Demokratia










