Í Sosialinum í dag er samrøða við Mariu Winther Olsen, sum hevur lagt sendingina til rættis saman við pápa sínum, Per Zachariassen og starvsfólkum í Kringvarpi Føroya.
Tað er nú tvær vikur, síðan seinasti partur av sendirøðini “Hoydalar” varð sendur í Kringvarpi Føroya. Røðin hevur savnað føroyingar tvørturum ættarlið hóskvøld eftir hóskvøld, og Føroyar hava fingið seks spildurnýggjar tónleikastjørnur í Onnu Lovisu, Bjarka, Emmu, Filip, Jóhannu og Sophiliu.
– Tað er rørandi og stuttligt at hava verið við til at gjørt onkran mun í Føroyum, sigur Maria Winther Olsen.
Men at móttøkan fór at blíva so positiv, hevði Maria ikki væntað, tá tey fóru í holt við at fyrireika sendingina í fjør.
– Eg visti, vit høvdu røttu ingrediensurnar til eina góða sending. Serliga tí tey seks ungu vóru so dugnalig, og tað sama við tónleikarunum. Samstundis visti eg, at vit øll í framleiðslutoyminum høvdu gjørt okkum ómak. So fyritreytirnar fyri einum góðum úrsliti vóru uppá pláss.
– Men eg hevði onga hóming av, at vit skuldu blíva bombarderað við so nógvum rósi. Og at Hoydalar fór at savna so nógvar familjur framman fyri sjónvarpinum. Tað helt eg ikki, man kundi longur. So tað er ótrúliga stuttligt at vera vitni til nú, sigur hon.
Tey rósandi orðini til Hoydalar hava verið nærum óendalig á sosialu miðlunum seinastu tíðina.
– Fyri tey seks ungu følist tað sum tað var eitt lív áðrenn Hoydalar og eitt lív aftaná Hoydalar. Tey eru nú kend andlit á gøtuni og verða spurd um sendingina í heilum, fortelur Maria Winther Olsen, sum sjálv ikki hevur merkt akkurát tað sama.
– Mín gerandisdagur er ikki merktur serliga nógv av tí. Eg havi jú verið handan leiktjøldini, og í grundini eri eg bara eitt navn á rullitekstinum.
– Eg havi altíð havt tørv á viðurkenning, so eg eri enn í ferð við at venja meg við at minnast, at tá tey, sum eru á skíggjanum, fáa viðurkenning, so merkir tað eisini, at eg havi eydnast í mínum arbeiði sum leikstjóri og fyriskipari. Og tað eri eg errin av, tí eg merki, at vit øll aftanfyri Hoydalar hava gjørt eitt veruliga gott arbeiði.
Grundleggjandi hugskotið til Hoydalar eigur royndi sjónvarpsframleiðarin Per Zachariassen. Aftaná 30 ára í fakinum, har hann hevur framleitt stór undirhaldsshows sum X Factor, Talent og Eurovision, fekk hann hug at gera okkurt í Føroyum. Tað bleiv so til tónleikasendingina Hoydalar, har ungir spírar tulka løg hjá royndum føroyskum tónleikarum.
Saman við Mariu Winther Olsen hevur hann ment konseptið, og meðan hann hevur havt ábyrgd av tí praktiska við teknikki og pallseting, so hevur Maria skipað innihaldið so sum hvat innsløgini og prátini skuldu handla um. Aftrat sær hava tey havt nógv góð fólk, eitt nú Finnur Koba.
Hetta er fyrstu ferð, at Maria og Per gera nakað professionelt saman í filmshøpi.
– Tað er øðrvísi at arbeiða við pápa sínum enn við øðrum relatiónum. Har er ein innbygd makt-ójavnvág. Eg havi tí skulað lært at seta tað persónliga til síðis, fortelur Maria Winther Olsen.
Ein máti at seta tað persónliga til viks var, at Maria heilt tíðliga í tilgongdini valdi at kalla pápa sín fyri “Per” í staðin fyri “babba”. At arbeitt so tætt saman hevur ikki bara verið stuttligt.
Lesið samrøðuna við Mariu Winther Olsen í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu eisini lesa blaðið á www.sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##










