Vitlíki kostar túsundtals størv hjá IT-risa

Amerikanska IT-fyritøkan Oracle hevur seinastu árini sagt umleið 21.000 starvsfólk úr starvi, samstundis sum arbeiðsuppgávur í vaksandi mun verða loystar við hjálp av vitlíki.

Vitlíki broytir nú arbeiðsmarknaðin hjá stóru tøknifyritøkunum. Eitt greitt dømi er amerikanska IT-fyritøkan Oracle, sum seinastu árini hevur sagt umleið 21.000 starvsfólk úr starvi, samstundis sum arbeiðsuppgávur í vaksandi mun verða loystar við hjálp av vitlíki.

Sambært DR hevur fyritøkan serliga minkað um talið av starvsfólkum innan starvsfólkafyrisiting og aðrar umsitingarligar deildir, har vitlíki nú tekur sær av fleiri rutinukendum uppgávum.

Kortini merkir hetta ikki, at fyritøkan er hildin uppat at seta fólk í starv. Oracle hevur samstundis sett nýggj starvsfólk innan millum annað forritan, sølu og menning av vitlíkisloysnum.

Stjórin í IBM, Arvind Krishna, sigur, at vitlíki ger arbeiðið munandi effektivari, men leggur dent á, at fyritøkan framvegis hevur tørv á fólki við førleikum, sum vitlíki ikki kann loysa av.

Gongdin elvir kortini til kjak um, hvussu nógv størv vitlíki fer at taka komandi árini. Fleiri serfrøðingar meta, at serliga umsitingarlig størv og annað rutinuarbeiði verða mest ávirkað, meðan eftirspurningurin eftir fólki við tøkniligum og skapandi førleikum fer at vaksa.

Kelda: DR.