Ursula von der Leyen fer undir vitjanini at boða frá 200 milliónum evrum afturat í stuðli til Grønlands.
Tað skrivar Financial Times.
Upphæddin svarar til umleið 1,5 milliardir danskar krónur og kemur afturat teimum 225 milliónum evrum, sum ES longu hevur sett av til Grønlands fyri tíðarskeiðið 2021–2027.
ES-nevndin skeyt í fjør upp at tvífalda stuðulin til Grønlands, tá næsta langtíðarfíggjarætlanin hjá ES kemur í gildi í 2028.
Uppskotið hjá nevndini er ítøkiliga at seta 530 milliónir evrur av til samstarvið við Grønland í tíðarskeiðinum 2028–2034.
Tað svarar til knappliga fýra milliardir danskar krónur fyri alt tíðarskeiðið.
Ritzau











