Eftir næstan ein mánað við samráðingum kunnu útvaldir borgarar í Danmark, sum eru "serliga raktir av hægri matvøruprísum", nú gleða seg til at fáa skattafrían matvørukekk í mai og juni.
Í morgun gjørdu danska stjórnin semju við SF og Eindarlistan, sum varð løgd fram í Fíggjarmálaráðnum.
– Vit eru samd um, at tað fer ikki at loysa allar trupulleikar, men tað fellur á eitt turt stað, segði fíggjarmálaráðharrin Nicolai Wammen á tíðindafundinum.
Tilsamans eru 4,5 milliardir krónur settar av til matvørukekkin, sum skal rindast yvir tveimum milliónum dønum.
Hetta snýr seg um barnafamiljur, pensjónistar, tey arbeiðsleysu og SU-móttakarar, sum búgva uttanlands.
Barnafamiljur, har bæði foreldrini hvør tjena minni enn umleið 500.000 krónur um árið, fáa matvørukekk á 5.000 krónur. Forvinnur eitt foreldur meira enn umleið 500.000 krónur um árið, fær familjan framvegis ein kekk á 2.500 krónur.
Landsins fólkapensjónistar við gjaldføri undir 350.000 krónur og danir, sum hava fingið almenna veiting frá november 2025, fáa eisini 2.500 krónur, meðan SU-móttakarar, sum búgva uttanlands, fáa 1.000 krónur.
Tilsamans fáa yvir tvær milliónir danir mat-kekk. Eftir ætlan fáa fólkapensjónistar, lesandi og fólk við almennum veitingum kekkin í mai, meðan barnafamiljur fáa hana í juni.
Ætlanin hjá stjórnini um matvørukekkinum varð kunngjørd í nýggjársrøðuni hjá Mette Frederiksen forsætisráðfrú. Tað er ætlað at lætta um hækkandi matvøruprísirnar.
Matvøruprísirnir í Danmark eru tó lækkaðir í fimm mánaðir á rað. Seinast lækkaðu matvøruprísirnir 1,8 prosent frá november til desember.
Avtalan um matvørukekkin verður nú í skundi avgreidd í Fólkatinginum.
Men bert SF og Eindarliestin fara at atkvøða fyri, umframt teir tríggir stjórnarflokkarnir.
Seinastu dagarnar eru fleiri flokkar farnir burtur úr samráðingunum. Eitt vanligt argument hevur verið, at matvørukekkurin verður latin ov tunt til ov nógvar borgarar.
– Vit hava fyrst og fremst hugsa um at vit hjálpa nógvum fólkum, og soleiðis at tey fáa pengarnar skjótt, sigur Wammen, sum "verjir avgerðina um, at vit hjálpa einum hópi av barnafamiljum eisini".
Tað kann eisini endað við, at matvørukekkurin verður goldin til fólk, sum ikki skuldu hava hana, stendur í avtalutekstinum.
Hetta er tí, at ávísingin er grundað á "dátur, sum eru tiknar ymiskar tíðir".
Barnafamiljur, sum fáa 5.000 krónur skattafríar áðrenn summarfrítíðina, kunnu yvir eitt ár hækka matútreiðslurnar við umleið 11 prosentum.
Hetta svarar til, at umleið níggjunda hvør handilsferð verður goldið við kekkinum.
Tað vísa útrokningar, sum brúkarabúskaparfrøðingurin í AL Sydbanka Ann Lehmann Erichsen hevur gjørt út frá tølum frá Danmarks Statistik.
– Tað er ein hjálpandi hond, sum kann merkjast. Tað er kortini ein klattur oman á tað, sum verður brúkt til mat í dag, sigur hon.
/Ritzau/











