Zelenskyj vil sleppa ynskinum um Nato-limaskap

Ístaðin ynskir forsetin, at Ukraina fær trygdarváttanir frá USA og Evropa, sum treyt fyri einari friðaravtalu við Russland

Sambært Reuters er ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sinnaður at sleppa ynskinum um Nato-limaskap.

 

Ístaðin ynskir hann, at Ukraina fær trygdarváttanir frá USA og Evropa, sum treyt fyri einari friðaravtalu við Russland.

 

- Frá byrjan hevur ynskið hjá Ukraina verið at gerast limur í verjusamgonguni, Nato, men partar í USA og Evropa vilja ikki stuðla einari slíkari tilgongd.

 

Tað sigur ukrainski forsetin, áðrenn hann skal hitta evropeiskar leiðarar og amerikansk umboð í Týsklandi um eina friðarætlan í krígnum millum Russland og Ukraina.

 

Russland tók Krim-hálvoynna frá Ukraina longu í 2014 og hevur eftir innrásina tikið ræðið yvir stórum pørtum av ukrainsku landslutunum, Donetsk og Luhansk.

 

Russland hevur tó eftir skjótt fýra árum ikki megnað at tikið ræðið yvir Donetsk, og í einari møguligari friðarætlan krevur Russland, at Ukraina tekur síni herfólk úr landslutinum.

 

Tað vil ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ikki. Hann vil ikki geva russum ukrainskt landaøki, sum russar higartil ikki hava megnað at tikið.