Seinnapartin leiktu Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad annan dystin í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, har tað ræður at sleppa undan tveimum teimum niðastu plássunum, ið merkja niðurflyting til triðbestu deildina.
Martin leikti allan dystin á Riisvangen leikvøllinum í Aarhus, tá heimaliðið vann 3-1 á B93. Fyrsta korterið av seinna hálvleiki syrgdu Lucas Riisgaard og Magnus Kaastrup fyri, at Aarhus Fremad hevði eina 2-0 leiðslu. B93 fekk spenning í uppgerðina aftur, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat staðfesti Kasper Nygaard Andersen sigurin.
Aarhus Fremad er næstfremst í niðara endaspælinum við 30 stigum, men teir hava bara fýra stig niður til HB Køge, ið er næstaftast við 26 stigum. Hobro og B93 hava 28 stig hvør, so tað er eitt hart stríð um at sleppa undan næstaftasta plássinum. AaB er fremst við 34 stigum, og Middelfart er langt aftast við bara 12 stigum, og við 16 stigum upp til triðaftasta plássið.











