- Talan er um ein mann, sum kennur Føroyar væl og sum javnan hevur ferðast heim til Føroya seinastu umleið 20 árini. Hann hevur eisini skrivað bøkur um Føroyar, sigur løgreglan

Afturhildin á flogvøllinum fyri virksemi í Føroyum

- Vit ynskja bara at vita, hvør samanhangurin er, og um maðurin hevur øll síni viðurskifti og loyvir í lagi sambært galdandi reglum, sigur løgreglan

- Talan er um ein mann, sum kennur Føroyar væl og sum javnan hevur ferðast heim til Føroya seinastu umleið 20 árini. Hann hevur eisini skrivað bøkur um Føroyar, sigur løgreglan

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tey í gjár vóru á flogvøllinum í Vágum, har ein útlendingur er afturhildin.

 

- Talan er um ein mann, sum kennur Føroyar væl og sum javnan hevur ferðast heim til Føroya seinastu umleið 20 árini.

 

Løgreglan sigur, at maðurin bæði kennur nógvar føroyingar, hevur skrivað bøkur um Føroyar, og hann hevur eisini eina fyritøku her.

 

Hann hevur áður arbeitt í Føroyum við loyvi.

 

- Tað var onkur, sum boðaði Útlendingastovuni frá, ið ynski vita, hvør samanhangurin hjá manninum við sínum virksemi í Føroyum er.

 

Vaktleiðarin sigur, at tað var Útlendingastovan, sum vendi sær til løgregluna, og síðan var løgreglan á flogvøllinum, har maðurin fyribils er afturhildin.

 

- Vit ynskja bara at vita, hvør samanhangurin við hansara arbeiði í Føroyum er, og um hann hevur øll síni viðurskifti og loyvir í lagi sambært galdandi reglum.

 

Løgreglan sigur, at maðurin noktar seg sekan í at hava - ella at hava ætlað - at gjørt nakað í Føroyum, sum ikki er í samsvar við galdandi reglur her heima, segði vaktleiðarin í morgun.

 

Lagt verður aftrat, at maðurin fyribils er avhoyrdur og skuldsettur, og løgfrøðingar hjá løgregluni skulu nú kanna viðurskiftini hjá viðkomandi nærri.

 

 

 

 

 

- Talan er um ein mann, sum kennur Føroyar væl og sum javnan hevur ferðast heim til Føroya seinastu umleið 20 árini. Hann hevur eisini skrivað bøkur um Føroyar, sigur løgreglan