Tað skrivar BBC.
– Tað er greitt, at talan var um eitt málrættað álop. Vit arbeiða framvegis við at fáa greiðu á, hvussu nógv varð fyrireikað, og hvat motivið handan drápið var, sigur Laurence Taylor, leiðari fyri antiterror-eindina hjá bretsku løgregluni.
78 ára gamla Ann Widdecombe varð hósdagin funnin deyð á bústaði sínum í Haytor í útsynningspartinum av Onglandi, eftir at løgreglan fór á staðið.
Ein 28 ára gamal maður er handtikin í sambandi við málið.
Løgreglan hevur enn ikki upplýst, hvat motivið kann vera.
Kelda: Ritzau/BBC.










