Um fýra tíðina seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp á Marknagilsvegnum í Havn.
Vaktleiðarin á politistøðini greiðir frá, at óhappið hendi, tá ein bilur varð árendur aftanífrá.
– Vit síggja tað ofta hesa tíðina, at fólk verða blendað av sólini, sum stendur so lágt.
Og soleiðis var í hesum føri, at bilførarin í bilium, sum rendi á, varð blendaður av sólini, og tí sá hann ikki bilin framanfyri.
Har hendi eingin persónsskaði, bara materiellur skaði.
Men blendaður av sólini ella ikki, tað er altíð uppgávan hjá tí, sum koyrir aftanfyri at tryggja, at neyðug frástøða verður hildin til ferðsluna frammanfyri. Tí fær bilførarin bæði bót og klipp í koyrikortið fyri ikki at halda neyðugu frástøðuna.











