Burn: H71 vann rættin til enn eina hálvfinalu í Hoyvíkshøllini

Støðan er 1-1 millum H71 og VÍF

Savnsmynd

Deildarmeistararnir, H71 eru framvegis á lívi í FM-hálvfinaluuppgerðini móti VÍF.

 

Hesaferð vann H71 greitt í Hoyvíkshøllini í aðru hálvfinaluni aftaná 38-41 tap í Vestmanna í fyrstu hálvfinaluni.

 

Í kvøld gjørdist talan um greiðan 35-27 sigur til H71, ið var á odda 18-12 í steðginum.

 

Jákup Egholm var við 10 málum toppskjútti hjá H71. Filip Jojic var við 11 málum toppskjútti hjá VÍF.

 

Triðja og avgerandi FM-hálvfinalan verður leikt í Hoyvíkshøllini komandi mikukvøld klokkan 18.

 

Nú klokkan 20 byrjar seinna/onnur FM-hálvfinalan millum Kyndil og StÍF í høllini á Hálsi í Havn. Kyndil vann fyrru/fyrstu hálvfinaluna í høllini á Skála greitt við 41-29 sigri.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum H71 og VÍF:

 

##med2##

 

 

 

Savnsmynd