Samgonguskjal við nýggjum og spennandi møguleikum

Nú samgonguskjalið er almannakunngjørt, eru nógv viðurskiftir, ið bera brá av, at mann ætlar nakað ítøkiligt við at menna rættindi á brekøkinum.

Undir heilsumál stendur soleiðis:

 

Barna- og ungdómspsykiatriin skal styrkjast, so bíðitíðirnar til útgreining verða styttar, og viðgerð kann bjóðast skjótt.

 

Mann ætlar at skipa eina endurmenningar- og endurvenjingareind, sum tryggjar neyðuga viðgerð og samskipan, har sjúklingurin hevur eitt stað at venda sær til.

 

Sjúklingar skulu fáa samanhangandi sjúklingagongd tvørtur um markamót.

 

Hetta eru grundleggjandi viðurskifti, ið kunnu koma at bøta munandi um støðuna á hesum økjum. Fyri MEGD hevur tað stóran týdning, at mann nú fer eitt stig víðari, og heldur seg til nýggja Heilsupolitikkin 2025–2035, so at hetta økið verður ment yvirum valskeið. Samstundis eiga feløgini hjá fólki, ið bera brek, at verða tikin upp á ráð í hesi tilgongd.

 

Um mann veruliga ætlar at gera ítøkiligar batar á hesum øki, eru langtíðarætlanir og samstarv við feløgini neyðug og týðandi amboð.

 

Undir almannamál stendur soleiðis:

 

Fólk, ið bera brek, skulu hava møguleikar til at virka javnbjóðis við onnur í samfelagnum.

 

Stuðul til avlamisbilar skal setast í verk aftur við tillagingum.

 

Atkomuviðurskifti hjá teimum við skerdum førleika skulu tryggjast í almenna rúminum.

 

Hetta eru nøkur grundleggjandi mál fyri, at fólk, ið bera brek kunnu virka á jøvnum føti við onnur.

 

Viðvíkjandi atkomuviðurskiftum í almenna rúminum, er neyðugt at taka alt við sum hevur at gera við atkomu.

 

Hugtakið brek fevnir um menniskju, sum hava varandi likamlig, sálarlig, vitborin og sansalig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar í samfelagnum kunnu forða fyri, at tey til fulnar og á virknan hátt kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur. 

 

Sum allýsingin vísir, eru tað ikki fólk, ið bera brek, ið eru ein forðing, men alt tað, ið er rundanum persónin. Um rímiligar tillagingar verða gjørdar, fáa fólk, ið bera brek størri møguleika at liva, taka útbúgving og virka javnbjóðis við onnur. Feløgini hjá fólki, ið bera brek, hava týðandi vitan, ið kann gagna tilgongdini at fáa øll við, og vónin er at samgongan sær virðið í hesum.

 

 

 

Undir Javnsttøða stendur soleiðis:

 

Skipanir, sum arbeiða fyri javnstøðu, skulu styrkjast. Eisini skulu vit stuðla teimum tilboðum, sum arbeiða í móti mismuni og ágangi, sum eitt nú Kvinnuhúsið. Harafturat skulu vit hava javnstøðu í huga í øllum samfelagsligum evnum.

 

MEGD hevur víst á, at tað er neyðugt at víðka javnstøðulógina til at fevna um brek.

 

Somuleiðis hava vit eftirlýst, at mann ger langtíðar brekpolitiskar virkisætlanir ella vælferðarætlanir, ið áseta neyv endamál, ítøkilig mál, sum kunnu mátast, við nøktandi fíggjarætlan og ávísarum (indikatorum), sum verða nýttir til at eftirmeta framstig í íverksetanini av virkisætlanunum

 

Vit hava eina lóg, ið bannar mismuni á arbeiðsmarknaðinum, har kærumyndugleikin er Javnstøðunevndin. MEGD ynskir, at mann breiðkar javnstøðulógina til eisini at fevna um brek. Brekrættindanevndin mælti til í 2024 at seta í gildi nýggja tvørgeiraliga lóg, sum bannar øllum mismuni vegna brek, eisini uttanfyri arbeiðsmarknaðin, og sum ásetir krav um rímiliga tillaging, og kann hetta verða gjørt lutfalsliga skynsamt við at breiðka javnstøðulógina.

 

Á hendan hátt kunnu vit bæði avmarkað óneyðug og órímilig afturstig og vónandi tryggja menning í vælferðarskipanum og á arbeiðsmarknaðinum.

 

”Einki um okkum uttan um okkum” er ikki bara eitt slagorð, men merkir í veruleikanum, at tá avgerðir verða tiknar, skulu hesar takast saman við okkum.

 

 

 

Tórshavn 11. apríl 2026

 

 

 

Ása Olsen, forkvinna