Burn: StÍF og Kyndil vunnu hóast liðini vóru aftanfyri í steðginum

Tveir dystir eru leiktir í Burn mansdeildini

Seinnapartin eru tveir dystir leiktir í Burn mansdeildini.

 

Í Hoyvíkshøllini tók H71 móti StÍF. H71 var á odda 15-14 í steðginum, men strandingar vendu gongdini í seinna hálvleiki og vann StÍF dystin 30-26. 

 

Brian Slyne var toppskjútti hjá H71 við níggju málum. Trúgvi Hávardsson var toppskjútti hjá StÍF við tíggju málum.

 

Í høllini á Hálsi í Havn hendi nakað líknandi. Kyndil tók móti Team Klaksvík á heimavølli, og vóru klaksvíkingar á odda 16-12 í steðginum. Í seinna hálvleiki kom Kyndil sterkt aftur og vann at enda dystin 32-29. 

 

Høgni Klein Olsen var toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum. Nikolay Bliznov var toppskjútti hjá Team Klaksvík við átta málum.

 

HER eru dómaraseðlarnir hjá HSF frá sigrunum hjá StÍF og Kyndli:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil513712898
VÍF412094266
StÍF4121110116
Neistin4979435
H714110112-24
KÍF493102-91
Team Klaksvík5124162-380