Gunnar Vatnhamar, ið hevur stríðst við ein skaða var við í hópinum, tá Víkingur Reykjavík í kvøld á útivølli spældi móti ungarsku meistarunum, Györ í fyrsta undanumfarinum í Champions League.
Uttan Gunnar í verjuni megnaði Víkingur Reykjavík javnleik 2-2 móti Györ. Víkingur vann á heimavølli 1-0, og tí vinnur liðið hjá Gunnari samanlagt 3-2 á Györ, ið má sigast at vera ein flottur samanlagdur sigur.
Hetta merkir, at Víkingur Reykjavík kemur í ringasta føri at spæla Play Off dystir fyri at røkka deildarspælinum í Conference League.
Í dystinum í kvøld legði Daníel Hafsteinsson Víking á odda í 34. minutti. Men undan steðginum megnaði heimaliðið at skjóta tvey mál, so samlaða støðan var javnleikur 2-2. Tá 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki javnaði gamli stórleikarin, Gylfi Þór Sigurðsson til 2-2, og harvið vann Víkingur samanlagdan 3-2 sigur.
Í øðrum undanumfarinum í Champions League møtir Víkingur Reykjavík ísraelsku meistarunum, Hapoel Be'er Sheva. Fyrri dysturin verður leiktur á Víkingavøllinum í Reykjavík komandi týskvøld klokkan 18. So er at vóna, at føroyski skansin í verjuni verður klárur til hesar dystirnar.
ETO Györ-Víkingur Reykjavík 2-2 (2-1) (Víkingur vinnur samanlagt 3-2)
0-1 Daníel Hafsteinsson ('34 )
1-1 Milán Vitális, br. ('38 )
2-1 sjálvmál ('45+1 )
2-2 Gylfi Þór Sigurðsson ('55 )











